Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Bøkur

Fyri um 20 árum síðani fekk Dario Fo virðisløn Nobels í bókmentum.

Í dag skriva útlendskir miðlar at rithøvundurin er deyður, 90 ára gamal.

Dario Fo er ein heimskendur listamaður og dramatikari, og hann var kendur fyri at vera ein samfelagsrevsari og politiskur øsingarmaður.

Sambært TV2 skrivar miðilin Corriere della Sera, at Dario Fo doyði á einum sjúkrahúsi í Milano, har hann hevði verið innlagdur í 12 dagar. Hansara góði vinur Mario Pirovano váttar fyri dpa, at Fo doyði í dag.

Sama dag sum hann er deyður verður eisini virðisløn Nobels í bókmentum latin av Svenska Akademinum. Tað verður í dag klokkan 12.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo