Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Innlendis ítróttur

Ikki so øgiliga óvæntað hevur virkandi spanski landsliðsvenjarin Robert Moreno valt at byrja inni við Chelsea málverjanum Kepa Arrizabalaga í dystinum ímóti Føroyum í kvøld.

Hetta merkir, at Manchester United málverjin David de Gea ikki verður við í kvøld. Hann verður á beinkinum.

Tá VP spurdi Moreno um laka formin hjá de Gea farnu mánaðirnar á tíðindafundinum í gjár, var Moreno ikki serliga prátingarsamur.

- Nakrir spælarar hava spælt í heimligu kappingunum inntil fyri tveimum vikum síðan, meðan aðrir hava havt frí longur. Men nei, vit bera ikki ótta fyri forminum hjá spælarunum. Vit hava Kepa (Arrizabalaga) í hópinum, og vit hava havt hesa vikuna til at venja í og fyrireika okkum til dystin í morgin, segði Moreno.

De Gea hevur latið fleiri óheppin mál inn fyri United farnu mánaðirnar - millum annað ímóti FC Barcelona á Camp Nou og ímóti Chelsea á Old Trafford í apríl -, og hevur hetta nú eftir øllum at døma fingið avleiðingar fyri hann á spanska landsliðnum.

Liðuppstillingin hjá Spania í kvøld er hendan: Kepa Arrizabalaga - Mario Hermoso, Sergio Ramos, Jesús Navas & José Gaya - Sergi Roberto, Rodri & Santi Cazorla - Iago Aspas, Alvaro Morata & Isco.

Dysturin ímillum Føroyar og Spania á Tórsvølli byrjar kl. 19.45.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo