Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Integratiónspolitikkur fær einki pláss í valstríðnum. Enn njóta vit løtuvinningin og trívast væl við høvdinum í sandinum, men halda vit fram á sama hátt og og við somu ferð sum higartil uttan munagóð átøk, er hugsandi at avleiðingarnar fara at yvirhála okkum.

Nú tað stundar til løgtingsval, fáa ymisku málsøkini nógva umrøðu í almenna rúminum. Og vallyftini eru mong. Eitt málsøki, sum lítla og onga rúmd fær, er integratiónspolitikkur í Føroyum.  Fakta er, at samskipað integratiónsátøk í einum vælvirkandi netverki av krøvum og tænastum er eitt átrokandi mál í Føroyum í dag.

Mál gerast aktuell í politikki, tá ið áhugabólkar tala sína søk og leggja trýst á politikarar. Áhugabólkurin í hesum føri er tó ikki bert tigandi fjøldin av tilflytarum, sum onga rødd hava í almenna rúminum.

Áhugabókurin eru vit øll. Integratión gongur báðar vegir, hon snýr seg ikki bara um, at tilflytarar tillaga seg okkum, men at vit eisini tillaga okkum teirra tørvi fyri at liva og virka til gagns fyri okkum øll. Málið snýr seg um langtíðar íløgur í samfelagið.

Væleydnaða integratiónin kastar av sær.

Miseydnaða integratiónin kostar okkum dýrt.

Ein samskipaður integratiónspolitikkur krevur politikarar við visiónum og langtíðarmálum.  

Føroyar hava ikki ráð at lata standa til
Hóast vit leingi hava vitað, hvønn veg alheimsgerðin leiðir okkum, er veruleikin tann, at alt ov nógvir tilflytarar enn standa uttan fyri samfelagið, tí vit sjálv ikki hava nøktandi tilboð til teirra.

Gaman í hevur verandi samgonga loksins sett sjøtul á arbeiðið at orða ein integratiónspolitikk.

Allur bati bøtir, men júst hetta økið er knýtt at fleiri ráðum, sum mugu samstarva fyri yvirhøvur at fáa ein samskipaðan integratiónspolitikk í lag.

Økið er sera breitt og snýr seg um alt frá at duga málið, sum er lykilin til alt: kunning og tænastur frá vøggu til grøv, mentan, útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar. Veruleikin er, at Føroyar hava ikki ráð at lata standa til. Vit hava heldur ikki ráð at arbeiða ov seint.

Vit eiga at bera skjótari at enn seinastu mongu árini. Alt annað kemur okkum aftur um brekku í fleirfaldaðum útreiðslum fyri samfelagið. Vilja vit krevja, mugu vit eisini hava okkurt at bjóða.  

Ávegis krøv á veg, men nógv detta niðurímillum

Sambært støðulýsingini hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum fara vit í fyrstu atløgu at krevja, at komandi tilflytari skal lúka prógv í føroyskum sum annaðmál, sum byggir á undirvísing í 20 vikur, (tímatalið er enn óvist). Hetta er ein byrjan, men als ikki nøktandi í longdini at fremja neyðugu integratiónina.

Langtíðarætlanin er tí at seta eina seks stiga skipan í verk, har fyrstu 20 vikurnar samsvara við stig tvey, sum tilflytarar í fyrstu syftu skulu lúka fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi.

Slíkt arbeiði tekur drúgva tíð. Tí eru og verða eisini nógv, sum detta niður ímillum, sum longu hava fingið varandi uppihaldsloyvi annaðhvørt uttan treytir ella fara at fáa uppihaldsloyvi eftir avmarkaðu treytunum, sum koma í fyrstu syftu.

Meðan vit enn smíða ein samskipaðan integratiónspolitikk, mugu vit tí eisini hugsa um hesi og lofta teimum við komandi framhaldsskeiðum.

Alsamt fleiri brúka enskt sum felagsmál
1. januar í 2019 búðu í Føroyum 412 asiatar, 143 afrikanarar, 119 úr amerikonsku heimspørtunum, 9 úr Osiania og tilsamans nakað yvir 1000 úr Evropa, alt í alt 1794 tilflytarar.

Summi teirra eru gift higar, onnur eru her í arbeiðsørindum. Av teimum, sum verða verandi í Føroyum og fáa varandi uppihaldsloyvi, er talið enn vaksandi vegna familjusamanføring.

Onnur eru fødd í Føroyum og telja tí ikki við sum tilflytarar.  Hesin bólkur snýr seg serliga um familjur við børnum, sum ofta ikki hava føroyskt sum felagsmál.

Talið av húskjum í Føroyum, sum brúka enskt sum felagsmál, er vaksandi. Í ringasta føri hanga tilflytarar fastir í enskum, hóast fleiri teirra valla duga enskt ella líka væl føroyskt.

Hesi velja tó ofta enskt fram um føroyskt, hóast tey ikki mennast í enskum, men hin vegin høvdu kunnað ment førleikan í føroyskum við at tosa føroyskt millum føroyingar.

Ein orsøk tykist vera, at á enskum hava tey hjálpartól sum google translate at stiðja seg til. Men kanska fleiri tilflytarar høvdu valt føroyskt fram um enskt, um tey t.d. høvdu eina app, sum kann umseta til og úr fleiri málum.

Altjóða verkætlan við fígging úr ES samstarvar um júst hetta, og hví ikki leggja føroyskt afturat?

Tað er ein spurningur um raðfesting frá føroyskari síðu.

Øll mugu lyfta í felag
Fyri henda samfelagsbólkin - bæði tey verandi og tey komandi - er eittans at gera, og tað er, at øll mugu lyfta í felag. Vit mugu fáa neyðugu vitanina um føroyskt sum annaðmál við gransking.

Vit mugu fáa føroyskt sum annaðmál á breddan á námsvísindadeildini, soleiðis at námsfrøðingar og lærarar fáa neyðuga fakliga førningin við sær út í arbeiðslívið.

Vit mugu skipa viðurskiftini rundan um føroyskt sum annaðmál og lærarar, soleiðis at bæði lærugrein og lærarar mennast fakliga. 

Vit mugu fáa skipað viðurskifti, sum tryggjar øllum undirvísing, so leingi sum krevst fyri at børnini fóta sær í føroyska skúlaverkinum, og tey vaksnu fóta sær sum virknir borgarar í føroyska samfelagnum.

Vit mugu fáa frálærutilfar í føroyskum sum annaðmál til børn og vaksin. Men fyrst má tað almenna slóða fyri, soleiðis at øll gerast meir hjálpin at hjálpa sær sjálvum.

Vinnulívið sum viðleikari í integratiónini

Vinnulívið má taka á seg ella verða álagt ein virknan leiklut og ábyrgd í tilgongdini. 

Tað hevur alt rós uppiborið, at einstøk arbeiðspláss veita útlendsku starvsfólkum sínum frálæru í føroyskum, men tað er ikki nóg gott bara sum eitt privat initiativ hjá summum.

Nógvir tilflytarar eru sera arbeiðssamir. Tí munnu fá teirra seta seg á skúlabonk eftir langan og strævnan arbeiðsdag.

Vit mugu halda teimum til og geva innlæringini bestu sømdir við at geva teimum undirvísing í arbeiðstíð.

Kanska ein skipan, sum ber í sær at gjalda ávísa upphædd av tímalønini í ein grunn til sín sjálvs kundi verið við til at fíggja undirvísingina og/ella at kompensera fyri inntøkumiss í undirvísingartíðarskeiðum. 

Undir skipaðum viðurskiftum kundi tað sostatt verið ein rættur ella ein skylda at møtt til undirvísing, sum tey sjálvi eisini eru við til at spara upp til, so leingi sum neyðugt til tey at enda standa próvtøku á ásettum støði.

Viðurkendar og førleikagevandi útbúgvingar
Summir tilflytarar renna seg í trupulleikan, at teirra útbúgving ikki verður viðurkend hjá okkum. Hetta arbeiða myndugleikar eisini við at loysa.

Í áðurnevndu støðulýsing verður møguleikin at kombinera førleikagevandi yrkisútbúgving við undirvísing í føroyskum sum annaðmál og samfelagsviðurskiftum lýstur.

Henda loysnin tykist ein góður vegur at fara og kundi eisini lofta teimum, sum annars detta niður ímillum í skúlaverkinum ella onga útbúgving hava heimanífrá.

Valið millum raðfestingar ella avleiðingar
Einki menniskja vil standa uttanfyri. Ei heldur tænir tað nøkrum okkara at býta seg sundur í parallelsamfeløg í samfelagnum.

Øll somul fáa vit nógv mest burturúr, um øll koma til sín rætt, fóta sær og gerast sjálvbjargin, og um øll sleppa framat at geva sítt íkast til samfelagið. Hetta er ein íborin menniskjaligur tørvur.

Enn njóta vit løtuvinningin og trívast væl við høvdinum í sandinum sum longst.

Halda vit fram á sama hátt og við somu ferð, er hugsandi, at avleiðingarnar yvirhála okkum.

Størstur av teimum er vandin fyri málskifti, at vit fara at tosa enskt og ikki føroyskt í framtíðini í Føroyum.

Hendir tað, missa vit okkum sjálv sum føroyingar, og tað fer at broyta ella drepa ta drívmegi, sum enn fær okkum at byggja land og tjóð.

Her skal politikkur til fyri at skapa munagóð úrslit.

Tíðin er farin at lata eyguni aftur og at bíða eftir hvørjum øðrum.

Tíð er at vakna og taka ábyrgd fyri framtíð Føroya!

Vónandi raðfesta veljarar integratiónsmál, tá ið tey seta krossin valdagin 31. august.

Skrivað hava Røskva Tórhalsdóttir og Maria Heradóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo