Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Onnur tíðindi

Talan er um leivdir av einum manni, sum vórðu funnar nærhendis einum bygningi hjá Deutche Bank í 2013. Ikki fyrr enn nú hevur borið til at eyðmerkt smá petti av beinagrindini. Familjan hevur ikki viljað, at tað kemur fram hvør maðurin er.

Tilsamans 2.753 fólk komu ikki aftur í aftur eftir álopið. Nú eru 1.643 av teimum eyðmerkt.

Aftanfyri yvirgangsálopið 11. september 2001 á Twin Towers í New York stóðu 19 islamistar - 15 teirra úr Saudiarabia. Allir doyðu undir atsóknini, sum kravdi 2.977 mannalív. Fólkini sum doyðu vóru úr 93 londum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo