Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Býurin er flaggskrýddur við vimplum úr yvir 100 ymsum londum, nú fjølbroytnisvikan er byrjað í høvuðsstaðnum.

Í kvøld kl 19 verður kvøldseta fyri tilflytarar á Reinsarínum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at bjóða vælkomin, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri og Runa Preeti fara at greiða frá integratiónsálitinum.

Aftaná fer David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni, at tosa um virksemið á stovninum. Síðan fara Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Kvøldskúlanum, og Bergljót av Skarði, lærari, at vísa á ymsar møguleikar á Kvøldskúlanum innan undirvísing og starvsvenjing.

At enda fer Jónhild Rasmussen, umsitari á Hugskotinum, at greiða frá, hvussu tilflytarar kunnu stovna egið virki.

Skrain sæst HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo