Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Norska oljufelagið DNO hevur boðað frá, at tað hevur økt sín eigaralut í Faroe Petroleum. Samlaði parturin av partabrøvunum í Faroe Petroleum, sum DNO nú eigur, er 43,8%, sum er 0,8% meira enn hósdagin.

DNO roynir at taka yvir Faroe Petroleum í eini sonevndari fíggindaligari yvirtøku. Tað ger felagið, við at ogna sær meira enn 50% av partabrøvunum uttanum núverandi nevnd og leiðslu hjá Faroe Petroleum, sum als ikki er fegin um hesar royndirnar. 

Upprunaliga evstamarkið hjá partaeigarunum í Faroe Petroleum at taka støðu til tilboðið frá DNO er førkað til 18. januar.

Reuters hevur meira um málið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo