Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Vinna

Norska oljufelagið DNO ætlar sær øll - ella í øllum førum meirilutan - av øllum partabrøvunum í oljufelagnum Faroe Petroleum sum er skrásett í Londin. Tað ger DNO ígjøgnum eina sonevnda fíggindaliga yvirtøku, tað vil siga uttanum og ímóti viljanum hjá høvuðspartaeigarunum.

DNO hevur longu verið úti og bjóðað uppá partabrøvini til ein prís, sum verandi leiðsla metti alt ov lágan.

Reuters skrivar, at DNO nú hevur tryggjað sær 914.732 partabrøv afturat teimum verandi, og eigur nú tilsamans 28,47% av Faroe Petroleum. DNO keypti partabrøvini fyri 151,6 pence hvørt, sum er beint undir teimum 152 pence sum felagið annars bjóðaði fyri partabrøvini hjá teimum sum vóru sinnað at selja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo