Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Tað vóru stór tíðindi at frætta úr London í dag 24. september.

Bretski hægstirættur dømdi, at forsætisráðharrin hevði givið drotningini eini skeiv ráð, tá hann hevði biðið hana um at leggja tingfundirnar niður til 15. oktober. Av tí at ráðini vóru ólóglig, kann tingið koma saman og virka beinanvegin.

Soleiðis gongur tað fyri seg í einum rættarstati.

Men vit liva ikki í einum rættarstati.

Tá løgting okkara í 1946 vildu loysa frá Danmark av tí at danska stjórnin hevði skrivað út fólkaatkvøðu, og vit tóku undir við at loysa, gav danski forsætisráðharrin 24. september kongi tey ráð at senda løgtingið til hús. Herskip varð sent til Havnar at handtaka teir løgtingsmenn sum tóku undir við loysingini.

Tá var eingin dómstólur, sum kundi staðfesta, at forsætisráðharrin hevði givið kongi ólóglig ráð og tí geva boð um at løgtingið skuldi koma saman aftur beinanvegin.

Munur er sanniliga á at liva í einum rættarsamfelag og einum har rætturin verður forfjónaður!

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo