Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Ongin banki í Danmark dugdi í fjør so væl at bøta um kundanøgdsemið sum føroyski BankNordik.

Tað verður avdúkað í nýggjari kanning, sum Voxmeter hevur gjørt, og sum fleiri miðlar skriva um í dag. 

Á einum skala sum hevur frá 0-11.000 stig gongur BankNordik 604 stig fram, og so stóra framgongd hevur ongin annar banki.

Ein partur av orsøkini er, at bankin áður hevur havt tann ivasama heiður, at fáa allar ringasta skoðsmál frá sínum kundum.

20 teir størstu bankarnir í Danmark eru við í kanningini, sum Voxmeter hevur gjørt síðani 2008, og har yvir 200.000 bankakundar verða spurdir, millum annað hvør teirra høvuðsbanki er, og hvussu tey uppliva bankan.

Kanningin avdúkar eisini, at tveir teir størstu bankarnir, Danske Bank og Nordea, fáa ringasta skoðsmál. Kundarnir flýggja úr bankunum, sum tilsamans hava mist nærum 84.000 kundar í 2018. Sagt verður, at tað er málið um hvíttvasking av pengum sum ger, at kundarnir ikki longur vilja kennast við bankarnar.

Um BankNordik verður sagt, at bankin nú hevur hepnari hond og dugir betri at síggjast aftur í mongdini av donskum bankum. 

Sjálvur fegnast bankin. Við Jyllandspostin sigur privatkundastjórin, Per Sjørup Christiansen, at tey hava arbeitt miðvíst við at koma á landakortið.

- Vit hava arbeitt við hesum í langa tíð, millum annað hetta við at hitta kundan, har hann er, og tosa eitt mál sum kundin lættliga skilir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo