Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Framsýningar

Dreymar við havið eftir Sakaris Stórá fær nú danska biograf frumsýning í Empire Bio í Keypmannahavn.

Sýningin verður týskvøldið 27. februar kl. 20:00 og høvi verður at hitta leikstjóran og danska filmsliðið.

Filmurin verður eisini sýndur á ”Nordatlantiske Filmdage” á Norðuratlandsbryggjuni 4. mars. Fyrra sýningin er longu útseld.

Fleiri altjóða filmsstevnur eru á skránni komandi mánaðirnar, og verður filmurin sýndir í Malmø, Kristiansand, Minsk, Moskva, Bonn og Zlín.

Dreymar við havið er framleiddur av Ingun í Skrivarastovu, Katju Adomeit og Jón Hammer fyri Fish & Film í Føroyum og Adomeit Film i Danmark, í samstarv við Kameraudlejningen ApS, Mainstream ApS, Klippegangen ApS og Studio B v/ Mick Raaschou. Filmurin er stuðlaður av Mentamálaráðnum, Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, Mentanargrunni Landsins, Filmworkshop/Copenhagen og Danmarks Radio v/Filmklubben. 

Filmurin er eisini stuðlaður av af Dansk-Færøsk Kulturfond, Sands Kommunu, Skopunar Kommunu, Skálavíkar Kommunu, Marine Harvest, P/F Njord, P/F Poul Michelsen, KT Húsinum, Bil Mini Taxa, Atlantic Airways, Okkara, Føroya Keypssamtøku, Hotel Føroyum, Klippfisk og Vinnuframa.

Dreams by the Sea varð tikin upp í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo