Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Tónleikur

Føroyskt Hip Hop hevur í dag fingið eina feska innspræning, tí Marius DC hevur givið sítt fyrsta staklag út. 

Lagið Drip Drop er Hip Hop, ið ljóðar av nútíðini. Íblásturin er úr blómandi Hip Hop umhvørvinum í USA og ljóðið er altjóða. Lagið verður partur av skránni, tá Marius DC letur Voxbotn upp í morgin kl. 15. 

Lagið er nú lagt á Youtube og Soundcloud, men verður skjótt tøkt á Spotify og líknandi tænastum. 

Tað er rapparin í bólkinum Marius, ið hevur skrivað lag og tekst, og Per Ingvaldur Højgaard Petersen hevur framleitt, Theodor Kapnas hevur ljóðblandað og George Nerantzis hevur tikið sær av mastering.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo