Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Bøkur

Tíggjunda krimisøgan um Hannis Martinsson, Drotningarringurin, kemur um mánaðarskiftið november-desember.

Kavarin hekk fastur. Blýbeltið var komið um eitt skrúvublað. Hann royndi at førka seg eitt sindur aftureftir, so hann fekk smoygt beltið av blaðnum. Tá hoyrdi hann ljóð innan úr skipinum. Motorurin bleiv startaður, og hann royndi sum ein óður at gera seg leysan. Tá fór skrúvan at mala, og hann mól við.

Somu dagar, sum Margretha drotning vitjar í Føroyum, fara harðligar hendingar fram. Ein kavari verður funnin deyður við kongaskipið, og ein fyrrverandi katólskur prestur verður stungin til deyðis.

Líkt er til, at stór virðir eru krógvaði í Føroyum, og at hesi hava samband við tann máttmikla nazistin Martin Bormann, sum hvarv aftan á kríggið.

Træðrir eru eisini aftur til bæði Sjúrðarkvæðini og Føroyingasøgu. Hannis Martinsson er sum ikki einaferð í andglettinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo