Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Bøkur

Søgan um Duritu Granada Thomassen, sum var send í Kringvarpinum, kemur eisini á prenti, tí høvuðspersónurin skrivar eina bók, sum væntandi kemur út fyri jól í ár.

Tað munnu vera fáir føroyingar, sum ikki hava sæð sera áhugaverdu sendingina Ferðin aftur til upprunan, sum var send í tveimum pørtum í KVF.

Ikki bert vóru tað fleiri sum fylgdu Duritu á ferðini uppundir túrin til Kolumbia og so tá ið hon møtti familjuni, men tað eru eisini nógv sum eru farin at fylgja henni á Facebook.

Áðrenn sendingina vóru tað eini 30-40, sum gjørdu tað, men nú eru tað 14.525 persónar sum fylgja henni á Facebook.

Viðvíkjandi bókini, sum Durita skrivar, sigur hon við VP, at umframt tekst, so verða eisini myndir í bókini, og at ætlanin er, at bókin skal koma út fyri jól í ár.

- Bókin verður rættiliga persónlig, og fer nógv í dýpdina aftur á tíðina, har eg hevði tað allar ringast, og hvat mínir tankar sum barn vóru, og hvussu eg takklaði alt hetta, sum fór fram í mínum barnaárum, sigur Durita. 

- Men so er seinna helvtin so bygd á, hvat fyri fylgir tað hevur havt fyri meg sálarliga, og so er endin, hvussu tú kanst læra at liva við tí, og koma víðari, samstundis sum tú velur at broyta tínar hugsjónir, sigur Durita við VP. 

Les eisini:

Hetta er meira enn ein kann biðja um 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo