Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Bara rutukoyring og ikki útferðir skulu vera mvg fríar, ætlar landsstýrið (tilvildarlig mynd).

Tilsamans er talan um 9 broytingar ella nágreiningar í mvg lógini, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur skotið upp.

Ein teirra er, at fólkaflutningur, sum í dag er mvg fríur, skal vera mvg skyldugur tá lógin er samtykt. Sostatt kann roknast við at útferðir við eitt nú bussi ella báti fara at dýrka.

Sum er, er allur fólkaflutningur undantikin meirvirðisgjaldi. Men í ætlaðu broytingini verður nágreinað, at talan skal einans vera um rutufluning við eitt nú skipum hjá Strandferðsluni, og ikki tá talan er um eitt nú eina uppliving ella eina útferð.

Ferðavinnufelagið, sum er felag hjá fyritøkum í føroysku ferðavinnuni, hevur í sínum viðmerkingum víst á, at tað er óheppi um broytingarnar verða framdar við stuttum skotbrái, tí vinnan ger avtalur við kundan um prís langt fram í tíðina.

-  Ferðavinnuárið 2018 er tí longu í stóran mun selt, og samráðst verður nú um bíleggingar fyri 2019. Gildiskoman av hesum uppskotið eigur tí at liggja hálvtannað til tvey ár eftir, at tað er samtykt, sigur felagið í sínum hoyringssvari.

Uppskotið kemur til 1. viðgerð á tingfundinum í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo