At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Onnur tíðindi

Tað eina barnið búði í býnum Gislev á Fjóni. Har er barnagarðurin fyribils stongdur. Hitt barnið búði í Keypmannahavn. Eitt triðja barn hevur eisini verið sjúkt við nýrasvignan, men tað er komið fyri seg aftur.

Danskir heilsumyndugleikar siga, at tað er ongin orsøk til at stúra fyri eini umfarsótt.

- Børnini eru ikki smittað av somu bakteriu, so tað er ikki sama smittukelda. Tað er av tilvild at hetta hendir samstundis, sigur Tyra Grove Krause, yvirlækni og deildarleiðari á Statens Serum Institut við Ritzau.

Talan er um eina sjaldsama sjúku sum er íkomin av E. coli-bakteriuni VTEC.

Henda bakterian, sum kann geva nýrasvignan (nyresvigt) er ofta at finna í oksakjøti. Tað er ikki oftani at hon elvir til nýrasvignan, men tað kann koma fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo