Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

Í annaðkvøld klokkan 18:00 fer besta mannsliðið hjá EB-Streymi at spæla vinardyst móti HB. Dysturin verður spældu á nýggja vøllinum í Hólmanum á Eiði.

Hetta er fyrstu ferð, síðani EB/Streymur í 2007 flutti sínar heimadystir til vøllin við Margáir, at besta mannslið hjá EB/Streymi spælir á Eiði.

Nýggi vøllurin í Hólmanum á Eiði hevur fingið ótrúliga góð skotsmál frá teimum, ið hava roynt at spælt og vant á vøllinum. Vøllurin hevur eisini fingið skotsmál sum serstakliga vakur, øll minnast myndina sum bleiv “viral” á facebookbólkinum Football daily, undir yvirskriftini Beautiful. Myndin bleiv dámað yvir 55.000 ferð og deild á facebook slakar 2000 ferðir.

Í løtuni er Eiðis kommuna í holt við at gera ítróttarhúsið við vøllin. Niðara hædd í húsinum, ið skal brúkast til ítróttarhentleikar verður, eftir ætlan, liðug í mai, tá er klárt at hava dystir, á hægsta føroyskum støði, á Eiði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo