Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Fyri góðum ári síðani gjørdi eg vegna Føroya Fiskimannafelag sersáttmála um, at partur reiðarans var 4% í eftirløn. Hetta var fyri at vita, um tað bar til at fáa reiðarans part av eftirlønini kjølfestan í sáttmálanum.

Hesin reiðarin var tá uttan fyri Føroya Reiðarafelag, men vildi gjarna, at manningin fekk góða eftirløn. Samanlagt ein eftirløn á 8%.

Tí er longu prógvað, at tað ber til at fáa reiðaran at rinda eftirløn í prosentum. Tí verður tað eitt krav frá mær til samráðingarnar, at reiðarin rindar eftirløn í prosentum.

Eg fekk tryggjað mær meiriluta fyri hesum í nevndini og skrivaði undir vegna Føroya Fiskimannafelag.

Eg havi nýtt sersáttmálarnar til at gera ymsar broytingar, sum hevur verið til stóran framburð fyri fiskimenn. Tað hevur gingið avbera væl, og hava menn verið glaðir fyri framburðin.

Eg havi prógvað, at tað ber til. Tí fara eg framvegis at stríðast fyri framburði hjá fiskimonnum.

Jan Højgaard,
Formaður í Føroya Fiskimannafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo