Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Krutl

Vegamótið: Tann 13. september í 2013 bleiv lívið hjá Rúnu Mortensen og familjuni fullkomiliga kollvelt.

Tað, sum skuldi vera ein góður og hugnaligur fríggjadagur, bleiv av sonnum ein sorgardagur. Alt broyttist í tí løtu, at tveir politistar banka á hurðina hjá Rúnu og fortelja, at sonurin, Reimar, hevur verið fyri eini arbeiðsvanlukku.

- Mann hugsar als ikki í eini slíkari løtu, og eg hevði onga hóming av, at Reimar veruliga hevði verið við í eini arbeiðsvanlukku, sigur Rúna Mortensen, sum framvegis í dag hevur torført við at skilja alt tað, sum hendi hendan dagin.

- Eg eri bittur um, hvussu vit blivu loftað sum familja, tí eg haldi ikki, at vit fingu ta hjálp, vit í veruleikanum høvdu brúk fyri, sigur Rúna Mortensen.

- Tað sær kanska út sum, at vit eru komin víðari og hava tað gott, men veruleikin er tann, at einki er, sum tað var, og lívið verður ongantíð tað sama, sigur Rúna Mortensen.

Í Vegamótinum fortelur Rúna Mortensen millum annað um sorgardagin, og hvussu tað hevur verið at fáa ein gerandisdag aftur.

Hoyr innslag her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo