Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin L. King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Børn á Skúlanum á Fløtum seta í løtuni bæði evropiska og japanska lerk niður við skúlan, har íalt 2000 trø skulu setast niður

Føroysku handlarnir selja sum heild væl í hesum døgum. Nógv hava avlýst uttanlandsferðina og brúka heldur pengarnar til møblar, máling, mótaklæðir og mat

Og serliga illa stendur til í Sandoynni og Suðuroynni, har hagarnir eru yvirskipaðir

Danska løgreglan ávarar um sms sum síggja út at koma frá NemID og Statens Serum Institut, har móttakarin verður biðin um at senda mynd av sínum NemID

- Sum tað sær út í løtuni, verður Havnin hertikin av súkklum og súkkluskúrum, so nú er at ansa sær. Bilarnir skulu ofrast og súkklurnar setast fremst, eru nýggjastu boðini!

- Hvalbiarmegin sær út til at ein verulig og virðilig samanbinding við virðiligum tvísporaðum vegi, við gonguteigi, manglar

Eftir ógvisligu hækkingina í talinum av smittaðum seinastu tveir mánaðirnar, verður so smátt farið undir at steingja aftur í høvuðsstaðnum Seoul við sínum 10 milliónum íbúgvum

Vist Faroe Islands, kunningarstovur, kommunur og Ferðavinnufelagið eru saman um nýtt átak, ið eggjar føroyingum at ferðast í egnum landi í summar

KBI í Klaksvík hevur keypt vælkendu akkumulatorfyritøkuna Pólar Havn, sum Margeir Ørvarodd hevur átt og rikið í mannaminnir

Tey sum sálda frá undir greinum á ymsum tíðindasíðum á netinum taka í so rívan til oftani, vísir nýggj kanning

Evropeiski flogferðslumyndugleikin Easa viðmælir reinføri, nógva kunning og trygga frástøðu millum ferðafólk á flogvøllum og umborð, og at ferðafólkini skulu hava munnbind

- Kvinnur hava verið kjarnin í áskoðaraskaranum í Filmsfelagnum seinastu mongu árini og eru tað enn

111 ára gamla Juana Zuniga var millum tey 25 á ellisheimi í Santiago í Chile sum fekk koronasmittuna

Flogfelagið SAS misti 3,7 milliardir svenskar krónur fyri skatt 1. ársfjórðing

- Hvat er professjonell dagstovnanámsfrøði i Føroyum? Er hon øðrvísi enn í okkara grannalondum? Og er hon tann sama í ymsu økjunum kring landið?

- Vit hildu at sirkusið á Glasi var yvirstaðið, men tað heldur fram og verður stuttligari og stuttligari

Bryndis í Dali er sett sum leiðari á Visit Sandoy. Hon byrjar í starvinum 1. juni

Liverpool er millum feløgini sum argumentera móti at rinda risaupphædd til sjónvarps-rættindahavarar

Veðrið tarnaði útskjótingini av Falcon-9. Tað boðaði NASA frá. Útskjótingin var steðgað 17 minuttir áðrenn take-off

Katrin Ottarsdóttir fær framúr góð ummæli í Íslandi

Í gomlum døgum rokkaði hann við Chase. Seinasta árið hevur ta fyri tað mesta verðið NorðKraft. Men mánadagin í hesari vikuni gav Edmund Jacobsen - út album - “Southern Ram” - við danska rokkbólkinum StoneKing

- Hetta er størsta einstaka byggiverkætlan nakrantíð hjá Klaksvíkar kommunu, sum hevur tikið sína tíð at fremja

Ein 61 ára gamal maður doyði seinnapartin í dag, tá ið ein trukkur koppaði á hann í Kollafirði, segði Útvarpið klokkan 18 í kvøld

- Andstøðan vil hava løgmann og Jenis í samráð í Uttanlandsnevndini um fjarskifti, 5G-tøkni og samskiftið við útlendskar myndugleikar

Ein persónur var koyrdur á sjúkrahús at fáa stívkrampasproytu eftir álop av eini kráku í sentrum av Stokkhólmi, skrivar Aftonbladet

- At betra umstøðurnar hjá fólki til gongu og á súkklu er við til at menna ein livandi og betri bý. Fólkið er ein fortreyt fyri at skapa ein livandi bý, sigur Marin Katrina Frýdal

Allir sviar fáa nú møguleikan at gjalda fyri ein test fyri mótevni móti koronavirusinum

Hendrik Egholm hevur gjørt av at gevast sum forstjóri á Magn. Hann hevur verið forstjóri á Magn síðan oktober 2007

Christian Andreasen, formaður í Rættarnevndini, heldur tað er umráðandi at fáa eina semju áðrenn stovnað verður eitt partafelag til Suðuroyartunnilin

Men framvegis er ikki greitt um kappingin byrjar aftur fríggjadagin 12. juni, 19. juni ella 26. juni

Fyri fyrstu ferð hevur Twitter víst á onkrar villleiðandi tvittrar hjá Donald Trump forseta. Nú hóttir hann við at «stýra teimum ella loka teir»

Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sigur við Útvarpið, at tað hevur alstóran týdning fyri leiðslubólkin, at fólkið sleppur at siga sína hugsan um nøvnini

Sambært heimasíðuni hjá SAS so er fyrsti túrur til Føroya tann 16. juni 2020

- Bíðitíðin til at verða útgreinað/ur fyri ADHD kann vera upp í fleiri ár, og meðan summi verða loftað av almennu skipanunum, verða onnur slept upp á fjall

- Ferða- og tænastuvinnan hevur púra loyalt hildið øll tilmæli frá tí almenna, og eigur nú at fáa løn fyri sín loyalitet

Skúlin á Trøðni søkir eftir lærarum, pedagogum og hjálparfólki

Í løtuni er ongin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 9.386 kanningar

Søkt verður eftir fólki at koyra skúlabørn við bussinum hjá skúlanum og at hjálpa húsavørðinum at halda skúlan

Fríggjadagin tann 29. mai letur Tjóðsavnið aftur upp á Hvalastøðini

Heðin Mortensen vil hava Jørgen Niclasen at greiða frá, hví tað ikki er betri ferðasamband út í Hest. - Tað er alneyðugt fyri at halda lív í oynni, sigur Heðin Mortensen

Fisk & Kips bilurin hjá Sjógæti er í Suðuroynni hvønn mikudag og hósdag

- Tað verður sera trupult hjá landskassanum at fáa hendur á peningi, sum møguliga er rindaður í avgjøldum av føroyskum brúkarum

Seinastu vikuna hevur skipaferðslan verið mundandi størri á Trongisvágsfirði, enn hon hevur verið seinastu tíðina, meðan korona-farsóttin hevur gjørt um seg kring heimin

Fimtu ferð eydnaðist tað at fáa uppskotið um heimavirki samtykt í løgtinginum. Frítøkan er tó treytað av, at árliga inntøkan ikki fer upp um kr. 50.000

Costa Rica hevur loyvt, at samkynd kunnu giftast, og nú er fyrsta parið vígt

Poula Johansen hevur starvast fyri kommununa í 35 ár

Nýggj ætlan er gjørd, har serliga hevur verið arbeitt við evninum “fólk og vøkstur”. Allar nevndir hjá býráðnum hava viðgjørt ætlanina

Í morgin klokkan 13 letur nýggi handilin hjá Dugna upp í bygninginum hjá Soli Deo Gloria á Klaksvíksvegi