Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Vinna

Regin Jacobsen er forstjóri í Bakkafrost.

Smá túsund partabrøv í Bakkafrost vóru í dag keypt av starvsfólkum í Bakkafrost sum partur av serligari avtalu, sum fyritøkan hevur við síni starvsfólk.

Umframt nøkur starvsfólk í nevnd og leiðslu eru eisini fleiri onnur starvsfólk við í avtaluni, sum millum annað inniber, at starvsfólkini kunnu brúka upp til 5% av grundlønini til at keypa partabrøv fyri. Aftaná tvey ára luttøku í avtaluni letur Bakkafrost eitt ókeypis partabræv fyri hvørt keypt partabræv, verður upplýst á heimasíðuni.

Tá hesir handlar verða gjørdir, verða teir eisini fráboðaðir til børsin, og tí eru tølini almenn. Og í dag vóru so handlað 941 partabrøv eftir hesi serligu avtaluni, boðar Bakkafrost frá.

Regin Jacobsen, forstjóri, keypti sum vera man mest. Hann keypti í dag 32 partabrøv afturat, og eigur tí nú 4.494.283 partabrøv í Bakkafrost. Tey høvdu, tá børsurin stongdi í kvøld, eitt samlað virði á ørandi 1.071.077.524,56 kr.

Kursurin á partabrævinum hjá Bakkafrost hevur seinastu vikurnar verið dalandi síðani toppin um miðjan oktober. Umleið ein fimtingur er farin av marknaðarvirðinum á Bakkafrost hesar vikurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo