At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Uppskot er enn einaferð lagt fram, um at binda um heilan fingur.

Endamálið við uppskotinum er at byrja fyri, so vit ikki upplivað nakað í tráð við tað, sum  hendi við gamla Eik Grunninum, har grunnurin m.a. veitti innanhýsis trygd, sum gjørdist effektiv.

Ført er fram, at reglurnar og eftirlitið nú er so strangt, at slíkt kann ikki koma fyri aftur, men tað lekur millum teori og praksis.

Í gjár boðaði Finanstilsynet frá, at danska skaðatryggingarfelagið “Alpha Insurance A/S” ikki longur kundi tekna tryggingar. Felagið hevur so valt at fara í sjálvbodna solventa likvidation.

Tað hendir eftir ótryggar bindingar millum feløg í holdingfelag, sum Finanstilsynet fekk eyga á.
⦁    Endurtrygging hjá egnum fela, ið ikki hevði kapital at átaka sær váðan.
⦁    Veitan av trygd til felag í samtakinum, uttan at hava kapital aftanfyri trygdina.
⦁    Áogn hjá feløgum í samtakinum, ið vóru kravd niðurskrivað.

“At umsita ognir við dugnaskapi og virðing.” er framvegis eitt av høvuðsmálum mínum.
 
Uppskotið niðanfyri til viðtøkubroytingar sendi eg fyrstu ferð inn 19. desember 2015, at leggja fyri aðalfundin, sum var 2016,  tað var lagt fram aftur í 2017 og er nú aftur lagt fram til komandi aðalfund.

Viðvíkjandi: Sínámillum ábyrgdir, bindingar & tænastur millum eindir.
( VIII. ROKNSKAPUR, GRANNSKOÐAN OG UMSITING AV PENINGI FELAGSINS )

Broytingaruppskot til:  VIÐTØKUR FYRI OGNARFELAG TRYGGINGARTAKARANNA

§ 29 (Nýtt stk. 2) Binding eindir og tænastur * ( UMSITING AV PENINGI FELAGSINS )

§ 29, 2
Nevndin skal síggja til, at Ognarfelagið og feløg í samtakinum, eru skipað í tryggar eindir, soleiðis at eingin eind viðførir ábyrgd, binding ella vanda, ið kunnu seta aðrar partar av samtakinum í fíggjarligan vágað.

Sínámillum tænastur, samstarv og peningarensl skulu hava atlit til, at hvørt felag sær altíð kann veita sínar tænastur og halda sínar skyldur.

Tórshavn, tann 05. mars 2018
Andrass Skaalum
Limur í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo