Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

Krabbameinsfelagið: Eg føli angan av sandkøku, tá ið eg banki uppá hjá Óluvu Skaale í Grønulíð í Havn. Óluva hevur játtað at gera eitt prát við meg henda síðsta morgun í januar í sambandi við, at lýsingarmyndin til Grannakaffi er av sandkøkuni, sum Óluva eigur uppskriftina til. Hon hevur longu bakað sandkøkur í gjárkvøldið, fyri at eg kann taka myndir og fáa ein smakk, men fyri at fáa alt við, ætlar hon at baka tvær afturat. Hesar báðar tímarnar fer prátið tó víða og nógv longur enn til sandkøkur.

Í hugnaliga køkinum hjá Óluvu kenni eg meg heima, her eru lutir eins og teir, ið eg minnist frá mínum barndómi, og her er ein stemningur og hugni, sum fær meg at minnast aftur á farna tíð. Tað er eyðsæð, at børn, ommubørn, familja, vinir, grannar - tær menniskjaligu relatiónirnar - hava stóran týdning.

Óluva og maðurin Jóannes bygdu húsini í Grønulíð miðskeiðis í seksti-árunum, og tá vóru teirra hús eini av bert trimum nýggjum húsunum í grannalagnum, men skjótt legist afturat við húsum. Eins og í øðrum nýggjum býlingum, vóru húskini ofta í sama aldri, ungar familjur við børnum.

Les meira + myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo