Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Politikkur

Fær Sjálvstýri eitt umboð valt á fólkating, fer sessurin at standa tómur alt valskeiðið.

Hetta gjørdi Jógvan Skorheim, formaður í flokkinum, greitt í formanskjakinum, sum var í Kringvarpinum í kvøld.

- Vit hvørki vilja ella fara at blanda okkum upp í danskan politikk, og eg trúgvi heldur ikki, at føroyingar høvdu verið so glaðir, um ein dani kom til Føroya og blandaði seg upp í føroysk viðurskifti í løgtinginum, segði Jógvan Skorheim millum annað.

Málsetningurin hjá Sjálvstýri er at fáa fólkatingssessirnar avtiknar.

Skorheim sló fast, at flokkurin er ímóti, at Føroyar hava slíkar sessir. Sambært honum hava sessirnir ikki nakran stórvegis týdning fyri landið. 

Fólkatingsvalið verður tann 5. juni, grundlógardagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo