Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Framsýningar

BirkBlogg: ”Náttúran hevur eina sál og eitt innari lív,” sigur Tróndur sannførdur har hann stendur fattur á marmaragólvinum meðan vit hoyra tøl verða lisin upp við kaffidiskin.

Tað eru viðskiftafólkini, ið nú fáa tað, tey hava bílagt.

Eg vendi mær við og fangi aftur eygnabráði á Tróndi, sum eftir teljandi handilsavbrotið heldur fram og sigur, at ”trýrt tú ikki uppá tað, at náttúran hevur eitt innari lív, eina sál, so er alt ein klisjé. Hetta eru náttúrlýsingar úr einum heilum lívi,” sigur Tróndur, gerst innhugsin og fer at rokna.

”Eg havi gjørt 1000 kvadratmetrar av glasmálaríum, so handverkið, tað skal eisini vera uppá pláss.”

Frá í dag kunnu kaffigestir í sølumiðstøðini sita í nýggja Horninum og njóta fýra avrik, sum Tróndur hevur gjørt til júst hesar veggir.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo