Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Andaktir

Tað ljósa lyndið vinnur fram á leið. At arbeiða við ljósinum er ein fyrimunur. Alt fellir lættari og er unniligari, tá ið dagsljósið vísir vegin, ið vit ganga. At leita eftir gøtuni í myrkri er ein avbjóðing.

Lyndið er íborið, og menniskjan er ymisk. Nøkur eru lættari í sinninum, onnur eru tyngri. Tó, vit kunnu læra at hugsa ljósari uttan at gerast fávitskut ella flýggja frá veruleikanum. Vit kunnu læra at liva, um vit eru opin fyri lærdómi teirra, ið eru serkøn vegna útbúgving ella lívsroyndir.

Hugsi mangan um umstøðurnar úti í Fugloy við atliti at ljósinum. Náttúran, skapi av oynni og bygdarlagið tala sína greiðu søk. Tvær eru bygdirnar, og sólarljósið er rættiliga ymiskt. Tað er ein myndatala, ið ikki fer mær úr huga.

Koyrivegur er millum bygdirnar. Teinurin er vakur at ganga, og náttúran er avbera vøkur. Fjøllini í Norðoyggjum eru hábærslig at síggja, og lendið er tignarligt. Friðsælt ein góðveðursdag, og møtimikið í illveðri.

Verður gingið ein fagran summardag um nón frá Hattarvík yvir á Kirkju, ja so ganga vit úr dimmi inn í ljósið. Á Kirkju skínur vesturskinið til langt út á kvøldið.

Verður farið av Kirkju út á seinnapartin til Hattarvíkar, ja so ganga vit úr ljósinum inn í eitt lendi, ið er væl dimmari, tí fjøllini skugga fyri sólini.

Flyta vit náttúrumyndirnar inn í eina andakt, so er tað umráðandi at ganga ímóti ljósinum og hava ljósið við sær inn á dimmari lendi. Hin kristna trúgvin dvølur við ljós heimsins, so vit andaliga ernast og kunnu spreiða ljós heldur enn myrkur.

Jesus sum ljós heimsins er lívsnervin í lívi teirra kristnu. Í Jesusi Kristi hava vit sæð heimsins ljós og eru vorðin upplýst um okkara egnu andaligu og sinnisligu støðu. Ljósið er komið til okkum. Vit eru reist á føtur og eru ávegis til ein betri og ljósari stað.

At fáa vitjan av ljósinum er kveikjandi. Lívið verður lættari at liva, hóast hvør fær sínar avbjóðingar á lívsleiðini. Fáur fær varandi undanvind í siglingini yvir lívsins hav.

At síggja seg sjálvan í gudgivnum ljósi er at rísa upp til eitt nýtt lív. Tað eru einar persónligar páskir, at vit vegna Jesus fáa náðir at nema lívið og kenna rákan av himinsins urtagarði. Frelsarin, ið er risin upp av deyða og grøv, gevur okkum náðir at liva eitt nýtt lív.

Havi leitað í langa tíð eftir eini bók, og nú kom hon afturíaftur. Tann eini setningurin hevði bitið seg fastan í huganum, og mær longdist eftir at lesa tekstin enn einaferð.

Tað var ein longsul eftir eini bjartari framtíð við varandi ljósi. At Kristus sum lívsins ljós var orkan í við- og mótburði. At Kristus gav okkum at nema lívið eisini í mótgongd, myrkri og deyða. Ein bjartur guddómslogi rundan um okkum og ein livandi vónarlogi í hjartanum.

“So leingi tað er lív, kann alt gerast gott.” 1)

Mær tørvaði at finna henda setningin, ið tann katólski Wilfrid Stinissen hevur orðað. Bróðir Wilfred var føddur í Antwerpen í 1927. Hann las gudfrøði og heimspeki. Hann gjørdist doktari og undirvísti á einum prestaskúla í Belgia. Í sekstiárunum kom hann til Svøríki, har hann reisti brøðrunum eitt klostur til samveru, hugsavnan og djúphugsni. At halga seg Guðs orði við bøn og frálæru var hansara heilaga kall.

Sannføringin – at alt kann verða betri og gott – er ein mennandi lívsáskoðan. Kristus ger allar lutir nýggjar. Vit kunnu verða vakt til eitt nýtt lív, kenna okkum livandi og staðin upp frá deyða.

Við hesi sannføring kunnu vit boða ein betri morgindag fyri øllum menniskjum. Tað er ein vón, og hon er skapandi og berandi. Vit kunnu bera vónina, ið er okkum borin, til onnur menniskju.

Tað er vælsignað at síggja menniskju fáa eitt nýtt lív. Vit/tey, ið hava lágt sjálvvirði og sita við eini kenslu av máttloysi. Vit/tey, sum kenna seg uttanfyri og sakna innihald í lívinum, kunnu fyllast við sannari gleði, – gleðini í Guði.

Omma mín í móðurætt livdi eitt ríkt lív, hóast hon kendi deyðans køldu hond. Sum smágenta misti hon mammuna, og sjálv misti hon tvey børn í bestu árum. Hon plagdi at siga: “Lívið kunnu vit gera okkurt við. Deyðan fáa vit einki gjørt við!”

Latum okkum bera lívsins ljós á gátt hvør hjá øðrum. Ljós og hiti gagna lívinum og leggja lunnar undir eina betri framtíð ávegis til tann fullkomna himmalska staðin.

Eingin dómur ella fordómur! Eingi niðrandi eygu! Einans ein útrætt hond!

So leingi tað er lív, kann alt gerast gott! Amen.

Orðið: “Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast?” (Sálmur 27,1).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Heimild:
1)    Gøran Skytte & Wilfrid Stinissen, “Ansikte mot ansikte”, Artos & Libris 2010, bls. 28.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo