At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Skúli

Skúlablaðið: - Vit vilja og mugu hava ein skúla, har lærarar samstarva, tí tað er ein fortreyt fyri bæði læring og trivnaði og fyri menning. Hetta eru øll skúlafólk samd um, eisini landsstýriskvinnan í mentamálum.

- Men samstundis síggja vit í Lærarafelagnum eina gongd, har serliga einstakir skúlar skerja tímatalið til lærarasamstarv munandi, har tiltøk saman við næmingum eru horvin í virksemisætlanini, og har setursskúli er undantakið.

- Um hetta er námsfrøðiliga tilætlað ella orsakað av sparing man verða hips um haps. Men tað er ein sera fátækslig skúlahugsan, tá undirvísing verður mett sum effektiv arbeiðstíð og restin sum hjáputur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo