Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Sjónvarpið sýndi herfyri ein film um vinnulívsmannin J. F. Kjølbro, sum á fyrimyndarligan hátt bygdi upp eitt fjøltáttað virksemi, ið ikki hevði sín líka í  landinum, og sum vakti ans og virðing um lond, ið vit tá høvdu samskifti við.

Eitt spennandi filmsuppdrag um ein framúr íverksetara. Trý av barnabørnum hansara lótu her koma til kennar, hvussu tey mintust teirra forfedrar á Biskupsstøð – ommuna, Karina (1882-1952) og abban, Jógvan (1887-1967). Og hetta komu hesi trý barnabørnini bara væl frá.

Kjølbro var ein einari, ið helst eingin rættiliga kendi, og hann gjørdi ikki nógvan háva burtur úr sær. Hóast hann gjøgnum viðrák og andróður lívsins kendi eina ovurhonds ábyrgd og avbjóðing hangandi á hálsinum hvørja løtu, tað eygað var opið. 

Hann var inntonktur av lyndi og greiður, táið hann við høvi bar fram sína áskoðan. Dugdi og tordi at taka avgerðir. Hittinorðaður. Heilsaði dámliga børnum, hann møtti, við: “Hvussu eitur tú og pápi tín?”

Og júst soleiðis, sum ommudótturin væl greiddi frá, var teirra sámiliga lívsførsla, og soleiðis kendu vit tey við, sum grannar. Pápi átti “Dragasund” saman við Kjølbro og førdi skip hjá partafelagnum úti við 30 ár. Ein systir var arbeiðsgenta hjá Kjølbro og í handlinum á Biskupsstøð í fleiri ár. Sagt varð, at Karin var effektiv - eisini við hús - og Jógvan sera friðarligur at umgangast. Mikla virðing áttu hesi bæði í heimi okkara.

Bæði Kaj Johannesen, rokskipari og Andrew Sloan, ið talaðu við jarðarferðina, áttu Kjølbro’sa álit og vinalag. Men upplivdi og kendi nakar av hinum statistunum í filminum Kjølbro - ella tíðina tá - yvirhøvur? Undantikin er Svenning Johannesen (føddur í 1925), ið mynstraði sum trolaraskipari á “Norðbúgvanum” bara 21 ára gamal! Ótrúligt, ha?

At lesa sær nakað til er gott. Men tað er bara ikki tað sama, sum at uppliva og vera við í átøkunum. Lisið kundi eisini verðið úr bókini um Kjølbro, sum kom út í fyrrárið og helst hevði enn fleiri faddrar.

Okkurt bekl kom tó fyri í filminum, ið fleiri, sum høvdu okkara dagligu gongd í samkomuni, ikki kennast við.

Eitt var, at Jens CIæmint Isaksen og Kjølbro, annar sat á fyrsta beinki í stýriborði og hin í bakborði, hesir vóru fíggindar undir læknastríðnum - hóast brøður í Betesda. Hetta var helst betri ósagt.

Eisini hetta, um at onkur helt, at Kjølbro átti at verðið beindur burtur úr samkomuni við heimild í hansara luttøku undir læknastríðnum. Og at Kjølbro tá bað henda mannin um lykilin, tí hann hevði jú bæði latið grundøki til salin og stuðlað virkseminum munandi. Hetta líktist bara als ikki Kjølbro’sa verumáta, og mann helst vera enn ein myta sum aðrar um Kjølbro?

At onkur hinvegin kann hava meint hetta viðvíkjandi læknastríðnum, ber kanska til at hugsa, men ber valla til at prógva. Ikki tí, í lívsins margfaldi – eisini í samkomum, kirkjum og millum trúgvandi annars - eru eisini fólk “fátæk í anda”, sum kunnu loypa framav sambært 1. kor. 1,26: “Tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki hábornir.”

Filmurin ber eisini fram eina veruleikafjara áskoðan á ein kjarna í sjálvum samkomulívinum. Hetta, at ein ávísur stuðul til virksemið, av hesum økir um ræðisrættin. Hetta er ikki eftirfarandi. Tí hesi viðurskifti hoyra vitiliga neyvt “loyni-kamarinum” til. Í djúpi hjartans ímillum hin óhefta einstaka og Tann Almáttuga. Og hetta verður tí als ikki brúkt sum leysakast millum manna við ómátahildin høvi. Soleiðis er tað bara.

Eisini er tað ein myta, at Kjølbro “vildi leggjast á alt”. Hetta var ikki so. Har vóru tá vala fyritøkur sum p/f  J. J. Jacobsen, Jens Clæmint Isaksen, Joensen & Olsen o.fl., sum Kjølbro hevði eitt sera gott samstarv við.

Og hann var teim ofta  hentur í ávikum.

Onkur kann kanska eisini undrast á, hví eingin av børnunum hjá Kjølbro , sum so, tóku undir við ella lut í hesum “sannheitserkennilsi” (soleiðis sum tey gomlu málbóru seg), sum Karin og Jógvan trúliga stóðu í - fyri lívið? Men tað er eitt annað mál.

Men fyri børnini hjá Karini og Jógvani Kjølbro og eftirkomarum teirra hevur tað helst mangan ikki verið lætt at bera í gerandisdegnum, henda øvundin og mistonkiliggeringin, sum liggur so tætt undir húðini á okkum mannabørnum mótvegis teimum, sum nú einaferð duga betri at fóta sær í samfelagnum ella í lívinum annars.

Áskoðanir sum: “Ja, hvat mann hasin Jógvan Fríðrik, sonur “Ole Klokker”, halda seg vera?”. “ Og táið Kjølbro doyr, tá fer Betesda fallit!” (Hetta seinna hoyrdi eg fleiri ferðir millum menn).

Heimunum hjá Evaldi og Nølla hava vit, sum vuksu upp har á leið, bara gott at bera. Fyri børnini nærindis funnust ikki blíðari og meiri fyrikomandi (og vakrari) konur innan fyri Klakk enn Gerdu og Thurid.

Øll mannaverk eru ófullkomin. Og søguskriving eigur tí eingin at havast at  einsamallur - uttan eina neyva og serkøna ritstjórn. Tí søgufrøði er ikki nøkur eksakt vísindagrein, og menn meta/gita mangan skeivt.

Soleiðis er tað.

Annars var filmurin bara hugfarsligur viðhvørt, og kanska átti manningin í KvF at lagt meiri doyin á tílíkar lýsingar av samfelagsligum áhuga – heldur enn tær mangan møðsomu samrøðurnar og tíðindini  vit fáa – ofta í bestu senditíð.

Tí fleiri framúr dugnalig fólk eru har undir lonini í Sortudíki. Tað vita vit.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo