Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Politikkur

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (S) var heldur fáorðað, men kortini greið, tá VP á tíðindafundi í Tinganesi seinnapartin spurdi hana um úttalilsini hjá fyrrverandi uttanríkisráðmálaharranum í Danmark, Martini Lidegaard.

Lidegaard helt fyri Kristeligt Dagblad týsdagin, at føroyingar skylda sær sjálvum at hugsa seg væl um, áðrenn teir taka eitt so álvarsamt stig, sum tað er at gera eina fríhandilsavtalu við Russland.

Hetta segði hann í kjalarvørrinum av, at ein høgtstandandi embætismaður í føroysku uttanríkistænastuni skal hava váttað fyri Kristeligt Dagblad, at tað gongur framá við samráðingunum ímillum Føroyar og Russland um eina fríhandilsavtalu.  

Lidegaard segði víðari við Kristeligt Dagblad, at tað er í fínasta lagi, at føroyingar handla við russar eins og vit øll onnur, men har og frá og so at binda seg upp í tað tættasta áhugaøkið, tá skal man hugsa seg væl um.

- Eg sigi hetta ikki við atliti til Danmark, men til føroyingar sjálvar. Um ein ger seg ov búskaparliga budnan av Russlandi, so kann tað misnýtast, um Kreml ikki heldur, at russar fáa tað, sum teir ynskja, segði hann.

Lesið meira: Danir við føroyingar: Varið tykkum fyri Putin

Mette Frederiksen sló fast, tá VP spurdi hana, hvørt hon var samd í tí, at føroyingar skylda sær sjálvum at hugsa seg væl um, tá tað kemur til hesi jústumrøddu viðurskifti við Russland, at tað er altíð eitt gott hugskot at hugsa seg væl um, óansæð hvør man er.

- Líkamikið hvat land talan er um, so er tað gott at hugsa seg væl um, tí tað kann vera trupult at skilja ímillum handil og politikk, eisini tá tað kemur til Russland, segði forsætisráðharrin, sum í hesum døgum er á síni fyrstu almennu vitjan í Føroyum.

Í stuttum er stríðsspurningurin, hvørt avtalan ímillum Føroyar og Russland fellir undir uttanríkis-og trygdarpolitikkk - eitt málsøki, sum føroyingar enn ikki hava ræði yvir.

Viðvíkjandi fríhandilsavtaluni við Russland, vísti løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, aftur, at gongd er í málinum.

- Tað er einki nýtt í málinum, og tað hevur tað ikki verið síðan 2014. Eg kenni ikki til hesar samráðingarnar, sum Kristeligt Dagblad umtalar. Vit eru einans áhugað í at fáa eina góða handilsavtalu í lag við Russland, segði løgmaður við VP.

Í august 2018 undirskrivaðu Føroyar og Eurasiatiska Búskaparliga Samgongan (EABS) eitt formligt semjuskjal, sum skuldi vera ein karmur um eitt neyvari búskaparligt samstarv og ein øktan samhandil ímillum Føroyar og limalondini í EABS, t.e. Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgistan og Armenia.

Poul Michelsen, fyrrverandi uttanríkismálaráðharri, helt tá fyri, at semjan er úrslitið av, at Føroyar miðvíst hava arbeitt fyri at fáa handilsviðurskiftini við limalondini í EABS, serliga Russland, í eina fastari legu enn í dag.

- Okkara næsta mál tí viðvíkjandi er ein fríhandilssáttmáli, legði Poul Michelsen aftrat.

Ein kelda í føroysku uttanríkistænastuni førir fram, sambært Kristeligt Dagblad, at ein slíkur sáttmáli er væl ávegis, men hetta kennir løgmaður altso einki til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo