Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Merkisdagar

Tað eru nógv góð listafólk komin úr Norðoyggjum, sum hava lyft og lætt um okkara listaligu eyðkenni -  søguliga, hvønndagsliga og í einum frumkendum, natúrligum gróðri, sum rakar okkara kenslusama lyndi.

Hetta  fær litir, skap og strok at fara um reyn, dalar og skørð og goyma seg í innastu hjartakrókum okkara. Tað er vakurt, at Norðoya Listafelag hevur gjørt hetta ovurhonds dygdararbeiði  og goymir at mongum góðum listaverkum, sum er til gleði fyri fólk - bæði nær og fjar. Hetta kundi verið ein góður íblástur til onnur bygdaløg at tikið hendur um eina slíka gongd.

Tað rennur ein litur
úr penslabørnum í Norðoyggjum,
Mykinesi, innan fyri Tórgarð
og í Eysturoynni. Tey hava dansað, ...
og tey trína nú ein ljóðkátan , gleðisdans
nú teirra alfagra, faðirliga hond fyllir tríati ár.

Dag og dagliga hava hesi  snøggu , listaligu børn
droymt dreymar undir heitari hirðing -
í  Ánunum og minnast, tá ið tey komu úr
litríkum lívmóðurmunni, sum bylgdist
allar vegir og steðir.
Eitt symfoniskt,
litfagurt rensl tók um tey -
gav teimum lív á hvítum lørifti
ella á onkrari ljóslivandi fløtu,
har okkurgulur litur livdi við garðalið,
og grønir teigar speglaðu sær í vátum vatni.
Skarðlendið í Norðoyggjum livnaði
og reis upp úr einum gráum koti til ævigt lív.

Eingjargarðarnir sungu morgunløg
og onkur kalur steinur undan
hesari kupisku hond og rond -brosaði.
Ein móðir, ein mikladalsmamma
sang vøgguvísu fyri børnum sínum
um litir, sólsetur, tám og mjørka,
skadduvind, hvítmyljur, bylgjubrot
landbrim, sveitakendan og spegilsblankan fjørð,
har tað stóð við klett.
Fjallagreinarnar lósu faðirvár,
nú børnini løgdu seg at sova.

Frits

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo