Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Mítt tastatur

Gamalkommunistarnir DRR herja nú aftur á klassafíggindan í Málráðnum.

DRR siga í Socialinum í dag, at nú er tíð at manna Málráðið av nýggjum, og bróta niður tann klassa, sum einsamalli klassafíggindin er sloppin at senda til klassingar øll hesi árini fyri almenna løn, fundarpengar, koyripengar, kaffi og smákakur.

Klassakampurin er ikki av.

Nú skulu allar blompur trekkjast úr vestmenninginum, sum pávísiliga hevur sagt, at allir sambandsmenn, uttan teir av Saltnesi, eru mentanaraloysingar, eins og hasin harra Cusa, sum aldri hevur verið á fundi í UNGEGN, og alíkaval hevur gjørt eitt atlas fyri fólkafíggindan Murdoch, uttan at spyrja sólkongin í Tinganesi, meðan 8000 ikki vita, hvat tey eita, og eru blivin stættaleys paria av skerda stavraðnum.

Áttatúsund vita ikki hvat tey eita. Tað er støðan.

Áttatúsund er blivin navnaleys av skerda stavraðnum í Føroyum í dag.

Hetta klassafjendska undirgravandi arbeiðið hjá klassakammeratunum í Málráðnum skal steðgast. Tað siga gamalkommunistarnir DRR í Socialinum í dag, har teir eisini siga, at teir eiga tann eginleika altíð at vera ágrýtnir.

Tí skulu klassafjendin og hansara klassakammeratar ruddast út úr national-puristiska Málráðnum á nýggjárinum.

Tað er nýggjársynski hjá nýggja klassanum, siga teir tríggir DRR í dag.

pur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo