Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Leygardagurin 2. november verður ein stórur dagur fyri Burger King í SMS og viðskiftafólkini, tí tá letur nýggja Burger King upp, sum nú er á altjóða stigi. 

Tað eru nevniliga gjørdar stórar broytingar, bæði á sjálvari matstovuni og við kassarnar.

Nú hevur Burger King í Føroyum eisini fingið sjálvavgreiðslu, soleiðis sum vit kenna tað uttanlands, og hetta ger tað lættari og skjótari hjá viðskiftafólkunum at avgreiða sína bílegging og hjá starvsfólkunum í Burger King at fremja hana.

Soleiðis livir Burger King í Føroyum nú upp til altjóða Burger King-stig, so viðskiftafólkini kunnu fáa somu tænastu og góðsku, sama hvar í heiminum, tey eru.

Burger King er at finna sama stað í SMS, men nú í nýggjum hami.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo