Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

Einar´s Special er eitt Serbryggj við góðari samanseting av 8 ymiskum maltsløgum, humlu og tí besta savnað úr føroysku nátturuni.

- Einar Waag hevur ein serligan tokka og stóra vitan um føroysku nátturuna, fuglar, seyð, plantur og alt livandi. Tí hava starvsfelagarnir á Føroya Bjór valt Føroysku náttúruna sum íblástur til Einar´s Special.

Í fjør varð við hjálp frá serkønum savnað tað besta av urtum og plantum úr føroysku náttúruni, hettar gevur Einar´s Special eitt eykað føroyskt krydd, siga starvsfelagarnir um nýggju ølina.

Einar´s Special er bryggjað fyri at heiðra Einar Waag á 70 ára føðingardegnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo