Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Innlendis ítróttur

Rumenia-Føroyar, Cluj: Talan hevur verið um ein vánaligan fyrra hálvleik, sæð við føroyskum brillum. 

Rumenia er á odda 3-1, nú hálvleikur er, við málum frá Ciprian Deac (26) og Claudio Keșerü (29, 32).

Í 38. minutti fingu Føroyar brotsspark, sum Viljormur Davidsen setti trygt í netið. Brottsparkið fingu føroyingarnir, tí dómarin metti, at Klæmint Andrasson Olsen varð hildin í troyggjuna eftir eitt langt innkast frá Gilla Rólantsson.

Í sambandi við øll trý málini hjá Rumenia hava nærum allir teir føroysku leikararnir verið í brotssteiginum, tó uttan at hava megnað at vart nóg væl fyri.

Harav eru tvey av málunum hjá Rumenia komin uppá deyðbóltar, og er tað ein av sjey deyðssyndunum í fótbólti at missa mál á henda hátt. Serliga tá ein er ein minni tjóð sum Føroyar.

Tað er eyðsæð, at føroyska liðið hevur tørv á betri verjuleikarum.

Rumenska liðið hevur spælt væl, men tað hevur tó ikki verið neyðugt hjá teimum gulu at spæla við fullari ferð, tí føroyska liðið hevur als ikki vart so væl, sum ein eigur á hesum støðinum.

Í 28. minutti fór Heini Vatnsdal út við skaða, og inn kom Rógvi Baldvinsson.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo