Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Um væl vil til, so sær tað heilt ljóst út í Føroyum, um núverandi samgongusamráðingar eydnast.

Vinnulívið kann anda lættan aftur, og sleppur at ríka okkum eins og áður.

Høgravongurin er garantur fyri tí.

Viðvíkjandi tí ið vit síggja á sosialum miðlum í løtuni, so er hettar einans ein roynd at seta kuril á tráðin, fyri at steðga hesari framgongd.

Her hugsi eg um kampanjuna hjá m.a. KVF, LGBT og in.fo, ið er likin yvir á sosialar miðlar við vangamyndum og resoluttum statusum.

Har royna tey at øsa fjøldina við ræðumyndum um undirgang.

Fiskivinnubroytingar eru fyri framman.

Og tað ræðir tey øvundsjúku.

Orðini hjá Margaret Thatcher, ið vóru søgd í Undirhúsinum á sinni, runga enn sonn.

Hon minti okkum á, at teir vinstrumegin vilja heldur at tey fátæku gerast fátækari, enn at tey ríku gerast ríkari.

Tað ið altíð hevur fremsta týdning fyri ein sera vinstravendan, er ikki at spjaða ríkidømi javnt millum allar borgarar.

Tað kemur áltíð at liggja eftir fremsta aðalmál, ið er at tryggja at ongin eigur ov nógv.... at ongin gerst ov múgvandi.

Latið tykkum ikki tøla, kæru landsmenn.

Lær ein mann at fiska, og hann hevur mat restina av lívinum.

Gev honum fiskin hjá øðrum, og tú fært hansara stemmu.

Við vón um at ABH verður veruleiki.

Vilhelm Hendrik í Skálanum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo