At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Ein maður fer inn í handil at keypa eina oljufýring og ketil. Fer upp til kassan, rindar kontant - og avtalar at vøran skal leverast við uppseting eina viku seinni.

Sum avtalað, so kemur veitarin vikuna eftir, og monterar oljufýring og ketil.

Tá arbeiðið er liðugt, og hiti er komin í húsini, sigur veitarin:

“Ger so væl! Nú koyrir tað sum tað skal.”

“Men hvar eru pengarnir?” svarar keyparin.

“Hvørjir pengar?” spyr veitarin.

“Pengarnir, sum eg rindaði fyri vøruna! Nú havi eg fingið tað tilsett, og eg síggi at tað virkar sum tað skal - men eg mangli enn at fáa pengarnar aftur, sum eg rindaði fyri hetta,” sigur keyparin avgjørdur.

Veitarin svarar skelkaður:

“Me-men, tú hevur keypt oljufýringina og vit hava leverað og sett hana upp sum avtalað?!? So mást tú eisini gjalda fyri hana?!?"

“Tað er rætt, sum tú sigur, at eg havi keypt vøruna og tit hava leverað hetta, sum avtalað, men eg havi ongantíð sagt at eg ikki skuldi hava pengarnar aftur!!! Eg krevji at oljufýringina og ketilin eru monteraði og koyra sum tað skal, og at fáa pengarnar aftur!!! Og eitt afturat!!! Tit skulu rinda fyri olju og viðlíkahald, til eg havi fingið pengarnar aftur!!!” sigur keyparin.

“Tað kanst tú ikki meina! Tú kanst ikki krevja pengarnar aftur! Soleiðis er tað, tá ið mann keypur okkurt. Mann rindar, og so fær mann eina vøru ella tænastu, og harvið eitt virði afturfyri. Tú hevur keypt oljufýring og ketil við uppseting frá okkum, og nú hevur tú hita í húsinum og heitt vatn. Um tú ikki vilt gjalda fyri vøruna tú hevur keypt, so mugu vit fara avstað aftur við henni!” sigur veitarin avgjørdur.

“IKKI TALAN UM!!! Oljufýringin verður her, og hitar mær vatnið og húsini, og tit rinda fyri olju og viðlíkahald til tit hava goldið mær pengarnar aftur, sum eg havi goldið!!! Tá ið tit so hava rindað mær pengarnar aftur, skulu tit fyrst tryggja at vøran er í TIP-TOP standi, og síðan mugu vit finna eina semju um hvussu vit býta útreiðslurnar av olju og viðlíkahaldið ímillum okkum framyvir. Tann avtalan skal eisini verða soleiðis, at tit rinda fyri framtíðar hitaskipanir - um eg eitt nú seinni velji at fáa mær hitapumpu í staðin.”

_____________

Nei takk, harra Henrik Old. Vit góðtaka als ikki tínar ætlanir um at taka undirsjóvartunlarnar sum fanga, og umformera teir til eina pengamaskinu fyri at pynta uppá úrslit av ábyrgdarleysum, restriktivum og a-sosialum avgjaldspolitikki.

Heilsan,
Ein brúkari av samferðslukervinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo