Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Ein møgulig framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla er ikki ein spurningur um, hvat Helena Dam á Neystabø vil hava sitandi á sær.

Hetta er eitt ynski, fyri ikki at siga krav, frá foreldrum at børnum í Sankta Frans um framhaldsskúla fyri teirra børn við sama skúla, sum tey higartil hava gingið í.

Á almennum fundi var spurnigurin til viðgerðar. Fundurin endaði við, at borgarstjórin hjá Helenu Dam á Neystabø, Heðin Mortensen, reistist á føtur og kunngjørdi, at hann hevði fingið tað burtur úr fundinum, at málið átti at fáa nýggja viðgerð í býráðnum.

Við hesum orðum tóku fundurin og málið eina vend, sum vóru mett sum tekin um, at her var vón enn. Undirstrikað varð við pallborðið, at nú málið fór at verða viðgjørt av nýggjum á Vaglinum, var umráðandi, at tað varð gjørt við opnum sinni.

Úrslitið av teirri skjótu viðgerðini á Vaglinum bar ikki bráð av opnum sinni. Tvørturímóti var alt minst líka samanlæst, sum tað hevði verið frammanundan.

Ikki ein glotti at hóma hjá teimum, sum høvdu vónir til nýggju viðgerðina – uttan tað, at tveir býráðslimir av fimm í mentamálanevndini tóku ikki undir við tilmælinum frá umsitingini.

Hetta er ikki eitt einfalt mál fyri foreldur og næmingar á Sankta Frans. Børnini hava havt tað trygt og gott har, sum tey eru, men nú skula tey út at reika í nøkur ár, áðrenn nakar skúli stendur klárur á Fløtum, og kanska eru tey longu farin víðari, áðrenn nøkur stova er til teirra har.

Hendan reikingin, sum nú bleiv, hevur havt við sær, at summi lata síni børn nýta aðrar møguleikar enn teir, sum núverandi skúlabygnaður í Havn veitir teimum. Tey fara heldur í framhaldsdeild aðrastaðni enn í sundurbýtta/samanlagda stórskúlanum.

Tí er hetta er ikki bara ein spurningur um, hvat Helena Dam á Neystabø vil hava sitandi á sær. Hetta er eisini ein spurningur um trivnað og framtíðarútlit hjá næmingum.

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo