Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

- Veiðuloyvið sjálvt, tað gullrandaða pappírið, sum útlendingar koma rennandi eftir og sum nú er í ogn hjá nøkrum heilt fáum føroyingum, tað er burturbeint.

- So er ikki neyðugt hjá tær at banka upp á hjá einum stórreiðara og bjóða honum 100 milliónir fyri at keypa hann út, sigur Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur í samrøðu við Útvarpið.

- Nú kanst tú keypa tær títt skip, leiga tær títt skip, og bjóða teg fram á einum marknaði.

- Eg gleði meg til tann dag, tá ið tað verður meira í lumman hjá tí javna føroyinginum, sigur granskarin á Fróðskaparsetrinum.

Hoyr tíðindini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo