At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Mítt tastatur

- Nei, tú sleppur fyri onki, tí tú ert føroyingur. Konan, sum faktiskt er útlendingur, men hevur búð her í 25 ár, førdi samráðingarnar, eg hugsaði mítt, men góðtók úrslitið, og vit bæði fóru til gongu.

Um somu tíð vóru tríggir danir sum fóru aftur í bilin. Teir mundu halda, at tær 200 krónurnar vóru meira enn túrurin var verdur.

Fyrsti tankin hjá mær ímeðan eg gangi, er, at tað er nakað lort at tú nú skalt gjalda fyri at ganga í Guðs fríðu náttúru. Tað er nakað spildurnýtt og kennist avmarkandi. Hinvegin ber heldur ikki til púra at síggja burtur frá tí sum tey sum varða av jørðini siga um slit og órógv. Og so er tað væl eisini bara menniskjaligt at royna at fáa sum frægast burturúr.

Eg hugsi, tað er í lagi, bara tað verður gjørt við skili.

Og her er sjón fyri søgn.

Tað fyrsta tú møtir er eitt stórt parkeringspláss, so tú sleppur av við bilin. Har er settur ein stórur skúrvognur, har til ber at seta seg við einum kaffimunni og ymsum øðrum sum fæst til keyps. Benkur eru settir upp meira enn eitt stað á leiðini, har útsýnið er serliga gott. Og ávaringar um ikki at fara ov nær eggini. Bøtt er um gøtuna við dreni, og trapputrin feld inn í lendið ella gjørd úr timbri og grúsi, har tað er serliga bratt og illgongt. Og ein wc skúrð baksast teir eisini við at rigga til.

Eitt er so vist, og tað er, at túrurin hevði neyvan verið tann sami uttan so at onkur kendi ábyrgd.
Hvat ein rímuligur prísur er, hvør skal gjalda og hvør skal sleppa undan og prinsippini í tí annars - ja, tað er ein størri og meira kompliseraður spurningur.

Men eitt er kanska vert at hava í huga. Tí tá tú tekur pening fyri okkurt, kanst tú koma undir endurgjaldsábyrgd. Og nógvastaðni gongur gøtan dekan ov nær eggini.

Og har ein skriðan er lopin...

Benkur eru settir upp har útsýnið er serliga gott.

Góð gøta er at ganga eftir...

...og trapputrin har tað er serliga illgongt.

Ávaring er sett upp um at ansa sær og ikki fara ov nær eggini.

Í skúrinum ber til at fáa ein kaffimunn.

Stórt og gott parkeringspláss er gjørt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo