At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Politikkur

Í tíðindunum í útvarpi kringvarpsins á miðdegi var samrøða við landsstýriskvinnuna, har hon ilskast inn á andstøðuna fyri ikki at vilja taka undir við uppskoti samgongunar um vælferðarlóg.

Talan er um eitt mál, sum tíðindakvinnan hegnisliga fekk mint landsstýriskvinnuna á, hevði verið í hennara valdi seinastu 3½ árini, og tí burdu nakrir mánaðir afturat neyvan verða nøkur stór vanlukka.
 
Men litið hjálpti, andstøðan fekk enn einaferð skuldina fyri, at lítið og einki kemur burturúr hjá samgonguni.
 
Nevndarviðgerðin og broytingaruppskot

Nú havi eg tann forrætt, at eg eri limur í trivnaðarnevndini, og eg kenni meg tí noyddan at minna landsstýriskvinnuna á niðanfyristandandi veruleikar:
 
1. Undir 1. viðgerð í Løgtinginum varð víst á, at vælferðarlógaruppskotið (talan er um ein pakka við 6 ymiskum uppskotum) við hoyringsskrivum er so umfatandi, at tóat framsøgufólkini fingu eykatíðir til viðgerðina (15 minuttir ístaðin fyri 10 minuttir) so gav tað neyvan meira enn nøkur fá sekundir til at viðgerða hvørja einstaka grein. Men, sum ført varð fram, ”í trivnaðarnevndini verður ivaleyst av tíð til at fara í dýpdina við uppskotinum”.
 
2. Í Trivnaðarnevndini hevur uppskotið staðið á skránni til 7 fundir, har 19 onnur uppskot eisini hava verið á skrá - umframt eitt hav av innkallingum. Ein og hvør kann ímynda sær, hvussu lítil tíð hevur verið til eina veruliga gjøgnumgongd av hesum stóra uppskotinum, faktiskt so gott sum eingin, tí á trimum av sjey fundum varð tað als ”ikki viðgjørt”, lesa vit í nevndargerðabókini!
 
3. Í dag, leygardagin 27. apríl, kl. 15.28, tvs. 3 tímar aftaná útvarpsviðtaluna, fingu vit nevndarlimir teldupost frá nevndarskrivaranum, har hesin vegna nevndarformannin boðar okkum frá broyting í lógini. Harumframt fáa vit at vita, at ”aðrar broytingar kom møguliga frá meirilutanum/ nevndini. Formaðurin sendir tykkum hetta so skjótt tað er klárt”.
 
Tað vil siga skilaleys, høpisleys og vanvirislig viðgerð av hesum týdningarmikla málinum og av andstøðunevndarlimunum, sum í sama telduposti verða biðin koma við áliti teirra í dag, leygardagin (áðrenn vit hava sæð fráboðaðu broytingarnar) - ella ímorgin, heilidagin.
 
Uppskotið hevur betri uppiborið!
At landsstýriskvinnan kemur við broytingum til nýggja lóg, longu áðrenn hendan er samtykt, boðar ikki frá góðum arbeiði ella hepnum arbeiðslagi.

Og at koma í nevnd við broytingum aftaná at 1. viðgerð hevur verið, er í besta føri ábyrgdarloysi og í ringasts føri ein roynd at bróta ting- og stýrisskipanir.
 
Mítt tilmæli til landsstýriskvinnuna er, at hon tekur uppskotið aftur.

So kann hon gera tað liðugt og lata komandi landsstýrisfólk í almannamálum, hvør tað enn verður, leggja tað fram aftur á Ólavssøku.
 
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo