Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

West Ham hevur ikki tapt seinastu 13 heimadystirnar og luktar eitt fjórða-pláss sum gevur CL-billett komandi sesong.

Í dag tekur West Ham móti London-rivalinum Arsenal.

Paul Merson leikti 289 ligadystir fyri Arsenal árini 1985 til 1997 og heldur at menninir hjá Arsene Wenger mugu vinna West Ham fyri at fáa lumpa Leicester í at vinna ligagullið hesa sesongina, skrivar norska TV2.

– Bæði liðini mugu vinna henda dystin. Tað verður tí ein spennandi dystur, tí javnleikur kann ikki brúkast hjá hvørki West Ham ella Arsenal, sigur Merson við Sky Sports News, áðrenn hann undirstrikar:

– Men um so er at Arsenal skal hava ein møguleika at vinna ligaina so er dysturin móti West Ham ein «vinn ella forsvinn»-dystur hjá Arsenal. Samtíðis er ein sigur týðandi hjá West Ham fyri at enda millum tey fýra bestu liðini, sigur Arsenalk-legendan.

Klokkan 12.45 føroyska tíð er dysturin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo