Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Tað snýr seg um, hvussu nógv minni bilarnir, sum verða framleiddir í ES, skulu dálka, nú ráðharrar við ábyrgd av veðurlagi og umhvørvi í ES savnast í Luxembourg at umrøða, hvussu framtíðarinnar bilar skulu skrúvast saman.

Summi lond krevja eina minking av útláti uppá minst 40% áðrenn 2030.  Onnur halda at 20% er hóskandi, og ES kommissiónin hevur skotið upp eina neyðsemju sum er 30%.

Tað eru serliga lond sum framleiða nógvar bilar sum ikki vilja leggja ov stór krøv um broytingar á vinnuna. Tey siga, at tað fer at kosta nógv túsund arbeiðspláss. 

Ein nýggj frágreiðing sum er kunngjørd uppundir toppfundin vísir á fleiri fyrimunir við elbilum. Hon samanber ein vanligan bil við bensinmotori, ein VW Golf, við ein Chevrolet sum koyrir við battaríi.

Elbilurin nýtist bert 40% av teimum eykalutum, sum bensinbilurin skal hava fyri at kunna koyra eftir nøkrum árum. Og ímeðan Golfurin skal á verkstað til eftirlit, tá hann hevur koyrt 16.000 km, kan Chevroletturin koyra í 240.000 kilometrar, áðrenn hann skal til fyrsta eftirlitið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo