Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Hóast hundratals mótmælisundirskriftir, tvíheldur samgongan í Tórshavnar Býráð um at fremja ætlaninar um at skipa dagstovnaøki í Havn í 4-6 eindir, við eindarleiðslum.

Pedagogar, eins og onnur við innlitið í viðurskiftini, hava víst á, at hesi tiltøk als ikki bøta um teir trupulleikar, ið dagstovnarnir í Havn dragast við.

Tey hava víst á, at øktar arbeiðsbyrðar og vantandi dagføringar av játtanum, hava hava við sær størri trýst á gerandisdagin hjá børnum og starvsfólkum. Svarið er tvørturímóti betri normeringar á stovnunum, soleiðis at játtaninar til leiðsluarbeiðið á stovnunum verða øktar og virksemi á gólvinum fær betri karmar at virka undir.

At seta í verk hesa skipan við fjarleiðslu, fer bara at hava við sær nýggjar trupulleikar og verri umstøður á stovnunum.

Javnaðarflokkurin í býráðnum hevur staðiliga mælt til at leggja á annan bógv, soleiðis at gerandisdagurin á stovnunum verður settur í fokus og sjálvsavgerðarrætturin hjá leiðslu og starvsfólki verður virdur.

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag stuðlar býráðsumboðum floksins í royndunum at fáa eina skynsama loysn á málinum, og mótmæla vit, at eindarleiðsluskipanin verður kroyst yvir høvdið á teimum, sum dag og dagliga virka í dagstovnaøkinum.

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
Bergur P Dam, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo