Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Føroyska kvotan komandi ár á Flemmish Kapp verður 3.911 tons. Av hesum fáa verandi skip 2.635 tons.

Hetta er ein vøkstur uppá 143 tons samanborið við 2018.

Restin av vøkstrinum skal seljast á uppboði, og tí vita línuskipini ikki, um tey fáa nakað eyka burturúr yvirhøvur.

Tilsamans skulu 1.276 tons av kvotuni á Flemmish Kapp seljast á uppboðssølu sambært núverandi lóg.

Prísurin kann skjótt gerast sera høgur, soleiðis at reiðarí og manningar fáa lítið og einki burturúr hesum eyka tonsunum, nú kvotan hækkar.

Tað er løgið, at tann hart sperdi línuflotin nú skal rinda tilfeingisgjald, hóast hann hvørki hevur havt yvirnormalan ella vanligan vinning í mong ár.

Eisini skal havast í huga, at øll tilfeingisgjøld verða drigin frá, og tað merkir lægri hýru til hesar manningar, sum frammanundan hava lágar inntøkur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo