Best er manni at biðja, tá hann er sjálvbjargin
- Føroyskt orðatak
Politikkur

Spurningur frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Gøtudalstunnil.

Spurningurin er soljóðandi:

1. Hvussu gongur við at fyrireika verkætlanina Gøtudalstunnil?

2. Hvussu nógvur peningur verður settur av til endamálið fyri fíggjarárini 2020-2024?

3. Nær væntar landsstýrismaðurin, at koyrandi verður gjøgnum Gøtudalstunnilin?
 
Svar
: Gøtudalstunnilin hevur verið planlagdur í fleiri ár. Eitt nú kann nevnast at rundkoyringin í Gøtudali, sum var bygt í 2008, er fyrireikað til eina íbinding til Gøtudalstunnilin. 

Landsverk upplýsir, at økið har ætlanin er at gera tunnilin, kann verða nakað trupult jarðfrøðiliga. Neyðugt er at taka hædd fyri hesum, og tí skulu neyvar kanningar til, áðrenn farið verður víðari við at leggja tunnilslinjuna. Serliga er tað eitt rivulag, sum kann ávirkað, hvar og hvussu skilabest er at leggja tunnilin.

Hetta rivulag sæst aftur í sjálvari Gøtugjógv, á Norðskála (Skálagjógv) og gongur eisini heilt til Saksunar.

Landsverk upplýsir víðari, at í 2019 vóru borað tvey jarðfrøðilig hol, sum vóru umleið 200 metrar djúp. Hesi verða brúkt til at kanna jarðfrøðina í fjallinum. Annað holið er við Varmakeldueiðið og hitt er í grótbrotinum omanfyri Syðrugøtu. Umframt boriholini hevur Jarðfeingi eisini skrásett ta sjónligu jarðfrøðina kring økið, har ætlanin er at gera tunnilin. Úrslitini av øllum kanningunum verða í løtuni samlað í eina jarðfrøðiliga frágreiðing, men fyribils niðurstøðan er, at onki bendir á at tað ikki ber til at gera tunnilin.

Tá ið endaligu niðurstøðurnar frá jarðfrøðiligu kanningunum fyriliggja, ber til at fara víðari við fyrireikingunum og leggja tunnilslinjuna við atliti til jarðfrøðina. Landsverk hevur skitserað ymsar linjuføringar og alt eftir endaligu niðurstøðunum viðvíkjandi jarðfrøðini, meta tey, at tunnilin kemur at verða millum 3200 og 3600 metrar, umframt nakað av nýggjum vegi.

Eingin játtan er sett av til Gøtudalstunnilin í 2020, men landsstýrið arbeiðir við eini langtíðarløguætlan, har støða m.a. eisini skal takast til, hvussu játtan til Gøtudalstunnil verður raðfest. Fyrr enn komið er á mál við hesari løguætlan er torført at siga, nær tunnilin verður gjørdur.

Tinganes, 11. januar 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo