Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

ES-kommisjónin sigur at brexit-avtalan sum er gjørd er tann einasta avtalan bretar fáa og at tað er ikki aktuelt at samráðast um hana av nýggjum.

Kommisjónin sigur eisini at hon arbeiðir við eini ætlan um Stórabretland tekur seg úr ES uttan eina avtalu, skrivar NRK.

BBC endurgevur eina keldu í stjórnini í London fyri at siga, at forsætisráðharrin Theresa May hevur avgjørt at brexitatkvøðugreiðslan í parlementinum verður tann 15. januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo