Best muna teir sannleikar, maður sigur sær sjálvum
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tað vóru fýra vikur millum tey offensivu charmutiltøkini millum útisetar í Kjøpinhavn hjá ávikavíst Havnar- og Klakksvíkar kommunu, og tað má sigast, at tiltøkini vóru rættiliga ymiskt skipaði.

Klakksvíkingar hildu sín sera fjølmenta fund hóskvøldið tann 20. apríl í Føroyahúsinum á Vestarubrúgv, sum liggur høgligari og nógv meira centralt enn Norduratlantsbryggjan. Føroyahúsið var eisini stúgvandi fult av fólki.

Klakksvíkingar dugdu at framføra síni sjónarmið við klæðiligum humor og sjálvironi.

Teir virkaðu avslappaðir, informativir, undirhaldandi og professionellir.

Allarhelst hava teir lært av tí kiksaða fundinum hjá Tórshavnar kommunu á Atlantsbryggjuni, har man helt ein indoktrinerandi missiónsfund og ovurfrelst embætis-fólk kappaðust um at vitna við skammrósandi monologum um tað næstan "problemleysu" Suðurstreymoy, meðan øll restin av Føroyum heilt varð lopin um..

Fundarfjøldin slapp ikki at stilla beinleiðis spurningar til havnarliðið, meðan klakksvíkar-fylkingin hevði sett rímuliga tíð av til bæði spurningar og debatt.

HVAT VERDUR NÙ NÆSTA NOSID millum útisetar?

Annars er henda kommunala herferdin vid"Føroyalokkingini" ikki serliga sympatisk!

Hvat skullu Tvøroyri, Vestmanna, Fuglafjørður ella Runavík nú gera???.

Og eingin torir at hugsa um Sumba ella Gásadal.

Hvat skullu tey kapitalveikaru økini stilla upp móti teimum kommunalu skatta-musklunum hjá landsins størstu kommunum?

Henda demografiska dyrgingin millum útisetar er undarliga ágangandi, stuttskygd og næstan chauvinistisk.

Hon minnir symbolskt ikki heilt sørt um "exodus"-kampagnur í tretivunum, - sans comparaison!

Latið útisetar fáa frið og sjálvar avgera,NÆR og HVAR teir vilja flyta: Endiliga mugu tit respektera tað, at rættiliga nógvir av teimum vilja  sleppa at blíva verandi í Kjøpinhavn, tí  teir trívast her, bæði fakliga og kulturelt!

Virgar Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo