Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

R7 Kringvarp: Tá Marna og Sigurd fingu at vita, at tey skuldu hava tvíburar, gjørdu tey beinanvegin av at halda tað loyniligt.

- Vit vóru so spent og yvirraskað og høvdu hug at flenna allatíð, so tað var ikki bara nemt. Maðurin hjá mær er sjálvur tvíburi, og foreldrini hjá honum hildu tað loyniligt. Kanska tað kemst av tí, men vit vóru aldrin í iva um, at familjan og vinir ikki skuldu vita tað áðrenn.

Marna fortelur, at tað var ringt at halda tað loyniligt, av tí at hon bar tvíburar, og tí skuldi oftari í skannaran og mátti sjúkrameldast, tá hon var komin 28 vikur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo