Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vinna

Nú uppboðssøla er vorðin ein kardinalspurningur hjá Landsstýrinum kundi verið áhugavert at hugt nærri at, um og hvussu grannalondini innkrevja tilfeingisrentuna.

Sambært ráðgevandi bólki settur saman av umboðum frá ministeriunum og úr vinnuni í Grønlandi, við hjálp frá íslendskari konsulentfyritøku:

Grønland
Tann grønlendski flotin rindar nýtslugjald og tilfeingisavgjald. Onki verður selt á uppboðssølu.

Ísland
Tann íslendski flotin rindar generelt gjald og tilfeingisavgjald. Onki verður selt á uppboðssølu.

Noreg
Tann norski flotin rindar ymisk gjøld men einki tilfeingisavgjald. Onki verður selt á uppboðssølu.

Danmark
Tann danski flotin rindar framleiðsluavgjald men einki tilfeingisavgjald. Onki verður selt á uppboðssølu.

Svøríki
Tann svenski flotin rindar hvørki gjøld ella tilfeingisavgjald. Onki verður selt á uppboðssølu.

Royndir við uppboðssølu
Tað er torført at vísa á viðkomandi royndir av tílíkum skipanum, við tað at uppboðssølur av fiskirættindum eru ikki royndar enn í okkara grannalondum.

Les frágreiðing hjá bólkinum -  trýst her

Sambært búskaparfrágreiðingini frá Búskaparráðnum heystið 2011 vórðu skipanir við uppboðssølu royndar í Russlandi og Estlandi árini 2001 til 2003.  

Ein leistur við uppboðssølu av rættindum verður eisini lutvíst nýttur í Kili, í statinum Washington í USA og á Falklandsoyggjum.

Harafturat eru royndir gjørdar í Føroyum.

Skipanin í Russlandi fekst ikki at virka sum ætlað.

Skipanin í Estlandi varð roynd í 2001 og í 2002. Í 2003 var farið burtur frá skipanini orsakað av, at Estland var ávegis inn í ES, og skipanin við uppboðssølu av fiskirættindum var ikki sambærilig við treytirnar, sum fiskivinnan í ES virkaði undir. M.a. orsakað av hesum og ónøgd í fiskivinnuni varð farið burtur frá skipanini aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo