Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Tingmenninir í Sambandsflokkinum, Bárður S. Nielsen, Edmund Joensen, Kaj Leo Holm Johannesen, Magnus Rasmussen og Bjørn Kalsø hava vegna Sambandsflokkin lagt uppskot fram um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið og løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur.

Í viðmerkingunum verður sagt, at ein meginregla í løgtingslógunum um val til Løgtingið og val til allar føroyskar kommunur er, at valini skulu vera loyniligt.

- Millum annað verður sagt í lógunum, at atkvøðukassarnir skulu vera læstir, meðan atkvøðugreiðslan fer fram. Men av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førunum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eftir síni bestu sannføring orsakað av hesum.

- Í lógini um val til løgtingið er ásett, at einki valstað kann hava færri enn 10 veljarar (tað eru bara tríggir veljarar fleiri, enn tað eru flokkar í Løgtinginum). Hetta er ein sera óheppin støða fyri demokratiið á smáplássunum.

- Tí verður skotið upp at til løgtingsval, og til kommunustýrisval, har fleiri enn 200 veljarar eru í kommununi, skal einki valstað við færri enn 200 veljarum teljast upp einsamalt, siga tingmenninir.

Sí uppskot her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo