Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Nevndin, sum skjýtur verk upp til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, hevur gjørt av ikki at skjóta verk upp til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2019.

- Millum útgávurnar av skaldskapi til vaksin hava fleiri verið áhugaverdar seinnu árini, men merkisvert fáar útgávur vóru í fjør, og hóast til ber at leita eitt sindur aftur í tíð eftir einum verki, hevur tað ikki eydnast nevndini at finna nóg sannførandi grundgevingar fyri einum uppskoti í ár, sigur nevndin.

Í uppskotsnevndini eru: Bergur Djurhuus Hansen, Marianna Hoydal og Kinna Poulsen.

Hesi eru annars uppskotini í hinum londunum - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo